UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
30-08-2021

Framhaldandi fólkavøkstur á Tvøroyri

Fríggjakvøldið 27. august varð enn einaferð skipað fyri tilflytarakvøldið í Tvøroyrar kommunu. Tiltakið var í skúlahøllini í høllini í Trongisvági. Siðvenja er, í Tvøroyrar kommunu, at nýggir borgarar verða boðnir til eitt hugnakvøld, borgarstjórin og varaborgarstjórin heilsa uppá, røða verður hildin og gávur verða handaðar. Kommunan bjóðar kaffi, the og afturvið, og eisini er okkurt til børnini. Kantinan, v. Anitu Farstad, stóð fyri hesum partinum fríggjakvøldið. Uni Debess, ið eisini er búsitandi á Tvøroyri, spældi nøkur løg.

Hóast vit høvdu tvey tílík tiltøk í mars, só vóru heili 27 fólk boðin við til løtuna fríggjakvøldið. Til felags hava hesi, at tey antin eru fødd seinasta árið, ella eru flutt til kommununa og hava ikki búð her áður. Tey nýføddu fingu eina heilsan frá borgarstjóranum, saman við ævintýrunum hjá H.C. Andersen og eina konfekteskju. Hini fingu gávukort til onkra av matstovunum í býnum og eina konfekteskju frá dugnaligu Mariann Mikkjalsdóttir í Trongisvági.

Kvøldið eydnaðist sera væl, hóast øll tey innbodnu ikki kundu vera við. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Tvøroyrar býráðs, handaði, vegna Tvøroyrar kommunu, gávurnar og helt eisini eina røðu.

Ætlanin er at halda fram við tilflytarakvøldunum við jøvnum millumbilum. Tvøroyrar kommuna fegnast um at tað framhaldandi er fólkavøkstur her á staðnum og vil við hesum gera sítt til, at okkara nýggju borgarar fáa eina góða byrjan í kommununi.

59 fleiri síðan 1. januar 2020.

Sum áður nevnt, so er framhaldandi vókavøkstur á Tvøroyri og er tað at fegnast um! Seinastu 12 mánaðirnir eru vit vorðin 30 fleiri í kommununi. 6 flytingar liggja harafturat klárar at fremja 1. september og fleiri eru ávegis. Vit merkja støðugt ein øktan áhuga frá fólki, ið ynskja at flyta til Tvøroyrar og er tað sera hugaligt.

Samanborið við 1. januar 2020 eru 59 fleiri borgarar á Tvøroyri í dag. Gleðiligt er, at stórur partur av hesum eru barnafamiljur.

22 fødd seinasta árið

Hyggja vit eftir hagtølunum, so eru 24 børn undir 1 ár í kommununi. Nøkur teirra eru flutt hertil, men meginparturin (22) er føddur av borgarum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnir og er hetta væl yvir miðal barnsburðartal.

 

Tøl frá Landsfólkayvirlitinum:

Fólkatal 30. august 2021: 1.766

Fólkatal 30. august 2020: 1.736  

Fólkatal 1. januar 2020: 1.707

Á myndini síggja vit nøkur av teimum 27, ið antin ikki hava búð her áður, ella eru fødd í kommununi. Til ber at síggja fleiri myndir á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook. Sí her

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo