Fríggjadagin 27. august varð skipað fyri hátíðarløtu í skúlagarðinum í Trongisvági, fyri at heiðra nøkrum av teimum framúr góðu ítróttarúrslitunum, ið úrmælingar frá mongu ítróttarfeløgunum á Tvøroyri hava staðið fyri í ár.
9. august varð Froðbiar Sóknar Róðrarfelag heiðrað fyri fantastisku avrikini í FM-róðrinum. Nú var so túrurin komin til flogbóltin, borðtennis, judo og innandura rógving.
Til hugnaligu móttøkuna bjóðaði kommunan drekka og okkurt gott afturvið, ið Kantinan v. Anitu Farstad stóð fyri. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, helt eina røðu og handaði ítróttarfólkunum blómutyssi frá Akkuleya, gávukort til onkra av matstovunum í býnum og eina av sera væl umtóktu konfekteskjunum frá Mariann Mikkjalsdóttir.
Tvøroyrar Borðtennisfelag, TBF, hevur ofta verið stórveitari av medaljum til Tvøroyrar og í ár var einki undantak.
Britt Michelsen gjørdist føroyameistari í tvímansleiki, vaksin, saman við Sveini Nolsøe úr Tór og eisini vann hon FM í tvímansleiki, kvinnuunglingar, saman við Onnu Wongwai úr TBF.
Elinborg C. Mortensen vann FM í tvímansleiki, kvinnur, saman við Marin Elisabeth Poulsen úr TBF.
Anja Wongwai wann FM í tvímansleiki, kvinnuunglingar, saman við Britt Michelsen.
Páll H. Sørensen vann FM í einmansleiki, smápiltar.
Hans Jacob G. Petersen, ið er úr Fámjin, men umboðar TBF, vann FM í tvímansleiki, piltar, saman við Ólavi Hammer úr TBF.
Ólavur Hammer vann FM í tvímansleiki, piltar, saman við Hans Jacob G. Petersen úr TBF.
Poul Knút Poulsen, úr Hvalba, vann FM í einmansleiki fyri piltar.
Heilt stóri medaljuslúkurin var systir Poul Knút, Marin Elisabeth Poulsen. Marin Elisabeth, ið eins og beiggin er heimahoyrandi í Hvalba, gjørdi reint borð í næstan øllum bólkum hon luttók í. Hon vann FM í tvímansleiki við Elinborg Nygaard, TBF. Hon vann FM í einmansleiki, kvinnur. Hon vann FM í einmansleiki, gentur. Hon vann FM í tvímansleiki, gentur, saman við Blonku Zachariassen, Tór. Hon vann FM í einmansleiki fyri kvinnuunglingar. Marin Elisabeth vann eisini FM í blandaðum tvímansleiki, saman við Hera Láadal úr Tór. Sostatt vann Marin Elisabeth heili 6 gullmedaljur í ár og sigast má, at hetta er eitt einastandandi avrik av ungu hvalbiargentuni. Ein sannur fongur fyri felagið TBF.
Dugnaligu borðtenniskvinnurnar kundu ikki vera til staðar hetta kvøldið, tí tær flestu vóru upptiknar av EM-undankapping í serbiska høvuðsstaðnum, Beograd.
Suðuroyar Judo er nýggjasta ítróttarfelag í býnum. Felagið varð stovnað 6. januar 2020, men hevur longu nú gjørt seg galdandi í stríðnum um føroyameistaraheitini. 14 ára gamli Torkil Holm vann í ár FM fyri bólkin U15 -68 kg. Torkil er eitt stórt talent inna judo og gjørdi hann ikki mætari enn eisini at vinna bólkin fyri U18, hóast einans 14 ára gamal. Eitt risa avrik!
TB Flogbóltur var eisini umboðað á tiltakinum. Dreingir 12 hjá TB gjørdist nevniliga føroyameistarar og steypavinnarar 2021. Ja, teir vunnu alt ið vinnast kundi hetta kappingarárið og kunnu venjararnir Filip, Helena og Marina veruliga bretta sær á. Liðið sá soleiðis út: Ólavur Hammer, Hans Jacob Petersen, Gabriel Johannesen, Brandur Olsen, Harry Jacobsson Øster, Markus Birgisson Berg og Símun Øster.
Innandura rógving er ein ítróttagrein, ið veruliga hevur vundið uppá seg seinastu árini og heldur ikki her, standa okkara ítróttarfólk aftanfyri onnur – tvørtur ímóti! Í ár varð luttikið í norðurlandameistarakappingini Danmark og úrslitini vóru framúr.
Sára Maria Johansen, ið eisini vann FM við Firvaldi kvinnum í ár, gjørdist norðurlandameistari í bólkinum U23 kvinnur.
Niels Juel Akraberg Poulsen, ið er 14 ára gamal, gjørdist norðurlendskur meistari í bólkinum U15 menn. Niels Juel vann eisini 200m sprint í sínum bólki og er sostatt dupultur norðurlendskur meistari.
Jóan Petur Mortensen er ein av legendunum í FSR og hann er ikki heilt givin enn, hóast hann er komin upp í árini. Jóan Petur gjørdist føroyameistari í bólkinum menn 50+ lættvekt, á 2000 metrum.
Tvøroyrar kommuna vil ynskja øllum vinnarum, feløgum og venjarum teirra, hjartaliga til lukku við einastandandi flottu úrslitunum. Tit eru nøkur virðilig umboð fyri feløg og bý og vit eru stolt av tykkum.
Ynskt verður tykkum bestu eydnu á víðari ítróttarleið tykkara!
Fleiri myndir eru at síggja á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook. Sí her