UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-10-2021

Væl vitjaður Heystmarknaður

Árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri er nú farin afturum. Latið varð upp kl. 10 leygarmorgun og so við og við fyltist borðini við spennandi, føroyskari rávøru og hondarbeiði.

Heystmarknaðurin hevur altið verið væl dámdur, tær ferðir hann er vorðin fyriskipaður. Sigast má tó, at í ár eydnaðist tað serliga væl. Sera nógv fólk løgdu leiðina framvið og tey, ið høvdu valt at hava eitt søluborð í tjaldinum, lótu sera væl at søluni.

Smakkroyndirnar frá Maud Wang hansen smakkaðu einastandandi væl og alt bleiv uppi hjá henni, eisini tað, ið hon hevði tikið við at selja.

Børnini stórhugnaðu sær við at “fiska krabbar”, við tráðum ið vóru framleiddar í Pakkhús4. Kørini við sjógvi fingu vit koyrd heilt niðan til tjaldið, frá hjálpsomum starvsfólki frá Delta Seafood og eru vit sera takksom fyri tað.

Vit eru eisini sera takksom fyri, at Ragnar Groth Mortensen, ið rekur fyritøkuna Ra-Fish, var so ótrúliga beinasamur, at hann fór á fjørðin fyri at fáa fatur á fiski og krabbum, og annars fyri stóra hjálp á degnum.

Hartvig Bech játtaði enn einaferð at fletta eitt lamb á marknaðinum og eigur hann stóra tøkk fyri tað. Eisini skal ein tøkk fara til arbeiðsmenninar í Teknisku Deild, ið veruliga hava gjørt ein stóran innsats fyri at dagurin skuldi eydnast.

Heystmarknaðurin verður sjálvandi aftur í 2022 og er tað okkara vón, at hann kann gerast enn størri og betri enn í ár.

Takk fyri hesaferð.

Myndir frá degnum síggjast her 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo