UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-10-2021

Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Komandi ár, hin 29 januar 2022, verður Fiskepigernes Fagforening 100 ár. Fiskepigerne er nógv tað elsta kvinnuliga fakfelagið í landinum - tey næstu komu ikki, fyrr enn farið var inn í tríatiárini.
 
Á Tvøroyrar Skjalasavni verður dagliga eitt stórt arbeiði gjørt fyri at fáa savnað søguna Tvøroyrar, og bygdirnar kring fjørðin, og í hesum sambandi slepst ikki undan fakfeløgunum, ið høvdu so ómetaliga stóran týdning fyri gongdina í býnum og síðan í øllum Føroyum sum heild.
 
Sóknast eftir tilfari
Ætlanin er at markera dagin næsta ár og í tí sambandi vil Tvøroyrar Skjalasavn heita á fólk, ið meta seg eiga tilfar frá søgu felagsins, ella vita um onnur ið gera, um at seta seg í samband við savnið. Longu nú hevur savnið rúgvismikið tilfar í varðveitslu, men Kári Jespersen, Savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, eru ikki í iva um, at enn meiri tilfar finst kring landið.
Tí, hevur tú viðkomandi tilfar, ella veit um onkran sum hevur, ver so hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við savnið. Eitthvørt tilfar viðvíkjandi søguni kring fjørðin, er altíð vælkomið og kærkomið.
Viðfesta myndin, vísir brot av fyrstu gerðabókini hjá Fiskepigernes Fagforening, frá 1922.
Til ber at ringja til savnsleiðaran, Kára Jespersen, á tlf. 217259 ella at senda teldupost á karij@tvoroyri.fo .
 
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo