Herfyri fylti fakfelagið Fiskepigernes Fagforening 100 ár og dagurin varð hildin á Seglloftinum við framsýning, røðum og tónleiki. Nøkur hugsa so kanska, hvat hevur tað við barnagarðin at gera.
Fiskepigernes Fagforening eigur sín stóra lut í, at barnagarðurin yvirhøvur varð bygdur á sinni. Longu 17. mars í 1978 stendur í gerðabókini, at samtykt er at lata kr. 1000,- um mánaðin í ein grunn til barnagarð. Skipað var eisini fyri dunnuspæli einaferð um mánaðin. Gjaldið hækkaði til kr. 2000,- um mánaðin í 1986 og í 1990 varð barnagarðurin bygdur og Fiskepigerne guldu sín fittliga part av kostnaðinum.
Sunrid Vang, forkvinna, vitjaði barnagarðin 18. mars við køkum til børnini. Børnini vóru, sum vera man, sera glað fyri hesa forkunnugu vitjan og frá barnagarðinum skal ljóða eitt hjartans tøkk fyri vitjan, køkur og slóðandi arbeiðinum fyri barnagarðin.