UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
19-05-2022

Móttøka fyri Fiskepigernes Fagforening í gjár

29.januar 1922 varð Føroya fyrsta kvinnuliga arbeiðarafelag stovnað á Tvøroyri og fekk tað navnið Fiskepigernes Fagforening. Í ár hevur felagið hátíðarhildið 100 ára stovningardagin við framsýning og veitslu og nógv hevur verið gjørt burturúr.
Í gjár vóru umboð fyri Fiskepigernes Fagforening boðin inn í býráðssalin, har kommunustjórin, Fróði Mortensen, segði nøkur orð og handaði felagnum eina peningagávu vegna Tvøroyrar Býráð, áljóðandi 20.000,- kr. Til staðar vegna Fiskepigernes Fagforening vóru Sunrid Vang, forkvinna, Ása Ludvig, Grete Albinus og Vár Hansen.
Felagið er enn virkið og hóast tíðirnar eru øðrvísi nú, enn í fíggjarliga trongu ’20-unum, so er endamálið tað sama: ”At betra um livikorini hjá verkamanninum á landi”.

Tvøroyrar kommuna ynskir Fiskepigernes Fagforening blíðan byr komandi mongu árini.

(Mynd: Sunrid Vang, forkvinna í Fiskepigernes Fagforening og Fróði Mortensen, kommunustjóri)
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo