30-05-2022
Mentanarnáttin - TØKK FYRI Í ÁR
Ein fantastisk Mentanarnátt 2022 er farin afturum. Alt gekk upp í eina hægri eind á sjálvum degnum, sjálvt veðrið spældi við.
Býurin var á tremur við fólki frá tí at Mentanarnáttin byrjaði og til hon var at enda komin, tá farið var um miðnátt.
Haðani skal ljóða ein stór tøkk til ØLL, ið á hvør sín hátt gjørdu sítt til, at Mentanarnáttin 2022 gjørdist so góð. Eisini ein tøkk til teir ótrúliga mongu gestirnir, ið vóru til mongu, fjølbroyttu tiltøkini.
Mentanarnátt verður sjálvandi aftur komandi ár, og fylgja vit aftur siðvenjuni, at Mentanarnáttin er seinasta fríggjadag í mai, so verður Mentanarnáttin 2023, fríggjadagin hin 26. mai.