UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-06-2022

Hanus Toftheyggj nýggjur leiðari í BHS

Stýrið hjá Bú og Heimatænastuni í Suðuroy hevur samtykt at seta Hanus Toftheyggj í starv sum leiðara í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.

Bú-  og Heimatænastan í Suðuroy er eitt kommunalt samstarv, sum frá 1. januar 2015, vegna kommunurnar í Suðuroynni, umsitur bú- og heimatænastu til eldri í Suðuroynni.

Hanus Toftheyggj  býr í Hvalba, er 36 ár og hevur tikið eina Bachelor í Almennari fyrisiting og ein Master í løgfrøði. Hann hevur síðan 2015 arbeitt sum fulltrúi í Almannaverkinum og  er í løtuni í gongd við eina akademiútbúgving í leiðslu.

Bú- og Heimatænastan telur um 150 starvsfólk.

Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlir, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.

Hanus tekur við starvinum eftir Annu Djurhuus, sum fer frá vegna aldur, og byrjar hann  1. september í ár.

  
  Mynd: Kristin Michelsen form. í stýrinum fyri BHS, Hanus Toftheygg, Anna Djurhuus, Ása Holm næstforkv. í BHS



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo