Seinastu 14 dagarnir hava ungfólk úr kommununi, stákast við at hampa um býin. Fyrradagin byrjaði so ein nýggjur bólkur av ungum at arbeiða fyri Tvøroyrar kommunu. Í dag vitjaðu vit fyrst úti í Bø og síðan í miðbýnum.
Úti við hugnaliga býlingin í Bø, í Froðba, vóru tey í ferð við at sláa grasið í gamla kirkjugarðinum. Hesa løtuna, vit vóru og vitjaðu, regnaði av grimd og vit leitaðu okkum tí skjól í bilhúsinum hjá Mortani Vang.
Fljóða Unadóttir er 17 ára gomul og er við í átakinum fyri 2. ferð. Tá summarið fer at halla, so fer hon á Miðnámsskúlan her í Suðuroynni. Hon er glað fyri møguleikan at forvinna sær nøkur oyru, ið eru kærkomin til ferðina hon skal seinni í summar, til Mallorka.
Sandra Andersen, 16, er, eins og Fljóða, við fyri 2. ferð og dámar væl at arbeiða úti, hóast veðrið hevur verið heldur keðiligt í vikuni. Sandra forvinnur sær eitt sindur av lummapeningi til danmarkartúrin seinni í summar og fer annars eisini á Miðnámsskúlan í oynni.
Katrin Marnersdóttir, 16, fer, eins og vinkonurnar, at byrja á Miðnámsskúlanum í summar. Hon savnar eisini nøkur oyru saman til eina danmarkarferð í summar og letur væl at arbeiðinum.
15 ára gamli Jósva Højgaard byrjar, eftir summarsteðgin, í 9. flokki í Tvøroyrar Skúla. Hann er við fyri fyrstu ferð og savnar sær ikki pening til nakað serstakt. Honum dámar eisini væl at arbeiða úti í náttúruni.
Niels Juul A. Poulsen, 15, er floksfelagi við Jósva og tað heldur hann fram við at vera aftan á summarfrítíðina. Niels Juel eigur eina motocross og hann vil fegin savna sær saman, til at pynta um og halda motocrossina við líka. Annars dámar honum heilt væl arbeiðið.
Bergur Jacobsen, arbeiðsformaður, sigur, at væntandi fara tey ungu inn í bátahylin, aftan á arbeiðið í Bø, at hampa um har.
Mitt í býnum, á gomlu trøðni hjá T.F. Thomsen, var eisini lívligt virksemi í dag. Nú var veðrið batnað og var heilt gott ta løtuna vit vitjaðu. Her varð, eins og úti í Bø, sligið og gras beint burtur.
Bjarma Danielsen er 15 ára gomul og við í Ung í arbeiði fyri fyrstu ferð. Fyri hana er átakið eitt kærkomið høvi at forvinna sær eitt oyra í summarfrítíðini og dámar hon væl at arbeiða úti, hóast veðrið fyrstu dagarnir í vikuni mest hevur mint um heystveður. Bjarma fer í 9. flokk í Tvøroyrar skúla, eftir summarftítíðina.
Aron Hofgaard er 16 ár og er við fyri 2. ferð. Í august byrjar hann í 9. flokki her í býnum, hann letur væl at arbeiðinum og er glaður fyri møguleikan.
Markus Nygaard, 15, er við fyri fyrstu ferð. Til dagliga arbeiðir hann í Bónus, men er glaður fyri henda møguleikan at sleppa út at arbeiða við floksfeløgunum. Hann savnar sær ikki saman til nakað ávíst og byrjar eisini í 9. flokki komandi mánað.
Birna Gram, 15, roynir seg fyri fyrstu ferð í Ung í arbeiði. Eftir summar fer hon til Klaksvíkar á húsarhaldsskúla. Tað sama ger vinkonan Petra E. Petersen, 15, og siga tær báðar, at tær gleða seg til at sleppa at royna at búleikast fyri seg sjálvar. Tær savna sær sjálvandi saman til avbjóðingina í Klaksvík og eru tær sera glaðar fyri møguleikan.
Tvøroyrar kommuna takkar fyri prátið og ynskir ungdómi okkara alt tað besta á víðari lívsleið teirra.