26-09-2022
Starvsfólk heiðraði fyri trúgva tænastu
Á hugnaligari samkomu í býráðssalinum í dag, var heiðran av starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu. Hesi fingu heiðursgávu, fyri at hava starvast ávíkavist 15, 20, 25, 30, 35 ár, ið ber prógv um, at Tvøroyrar kommuna hevur trúgv og eldhugaði starvsfólk, ið brenna fyri at veita góða tænastu á øllum økjum í kommununi.
Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði starvsfólkunum fyri trúgva og góða tænastu og handaði heiðursgávu.
Tey í heiðrað vórðu.
- Ebba Michelsen, 35 ár í barnatannrøktini
- Elsebeth Olsson, 30 ár í barnaansingini
- Heidi Bech, 20 ár í barnaansingini
- Ingibjørg Grothsdóttir, 25 ár í barnaansingini
- Mikkjal Bærendsen, 25 ár í bruna &- tilbúgvingini
- Olivina Winther, 15 ár reingerðing
- Thorfinn Mortensen, 25 ár í bruna -& tilbúgvingini
Kristin Michelsen, Ingibjørg Grothsdóttir, Mikkjal Bærendsen, Olivina Winther, Elsebeth Olsson og Heidi Bech. Á myndini vanta Ebba Michelsen og Torfinn Hammer