15-10-2022
KUNNANDI FUNDUR UM FORSKÚLAN
Ónsdagin 5. okt. skipað Tvøroyrar kommuna fyri kunnandi fundi í Trongisvágs skúla fyri foreldrum at børnum, ið ætlandi byrja í forskúla í Trongisvági 17. August 2023.
Fundurin var hildin í samanbygdu skúlastovunum “6 & 7“ í Trongisvágs skúla, ið verður tilhaldstaði hjá forskúlabørnunum komandi skúla ár 2023.
Anita Vibergsdóttir. forkv. í fyrireikingarbólkinum bað vælkomin og greiddi frá um gongdina at skipa forskúla á Tvøroyri. Hon greiddi m.a. frá, at kostnaðurin fyri fyrsta barni verður kr. 700,-/mðr. og at goldið verður fyri 11 mðr. At gjaldið fyri fyrsta barni í frítíðarskúlanum verður kr. 1.200,-/mðr., og at goldið verður fyri 11 mðr, og at forskúlaskipanin verður umfatað av galdandi avsláttarskipan hjá Tvøroyrar kommunu fyri ansingarøkið. Greitt var eisini frá, at í næstum verður søkt eftir einum skúlalærara og einum námsfrøðingi, ið skulu mynda og starvast í forskúlanum.
Jón Johannesen, skúlastjóri og Mona Brattalíð, deildarleiðari í Trongisvágs skúla, ið bæði hava verðið í fyrireikingarbólkinum greiddu frá um innihaldið og skipanina av forskúlanum.
Kunna var um kunngerðina um skipan og læring í forskúla, har m.a. eitt høvðus endamál við forskúlanum er, at leggja dent á trygga og góða skúlabyrjan, har forskúlin verður ein brúgv millum barnagarð og skúla. Jón kunnaði um, at meðan børnini eru í forskúlanum, er tað skúlaleiðslan, sum hevur ábyrgdina, meðan leiðslan av barnaansingini hevur ábyrgdina av tíðini børnini eru í frítíðarskúlanum.
Kunna var um vitjanarferðir, sum fyrireikingarbólkurin hevði verðið á, kring um hjá øðrum forskúlum í Føroyum, har tey vóru sera væl móttikin og hevði fingið nógva góða vitan, hvussu forskúlar eru skipaðir.
Eitt sum Jón kunnaði um er, at børnini kunnu møta í forskúlanum frá kl. 07.30 um morgunin, men tey skulu møta áðrenn kl. 08:45, tvs. innan samling, sum verður kl. 9:00. Sagt var, at tað er neyðugt at skipa uppmøtingina og tíðina børnini eru í forskúlanum, m.a. orsakað av, at tað kunnu verða upp til 24 børn í einum forskúlaflokkið, og einans 2 starvsfólk.
Kari Petersen leiðari av barnaansingini, og Karin Kristina Eysturberg námsfrøðingur í frítíðarskúlanum, sum báðar vóru limir í fyrireikingarbólkinum, greiddu frá um leiklutin hjá námsfrøðinginum í forskúlanum, at børnini eru í forskúla til kl. 11:20, hareftir verða tey fylgd í frítíðarskúlan, sum heldur til í niðaru hæddini í Trongisvágs skúla, har tey kunnu verða til kl. 17.00.
Sagt var, at tá børnini eru í forskúlanum er ein lærari og ein námsfrøðingur um tey, har tey so smátt verða “ lærd at ganga í skúla”, sum í stóran mun ferð fram við spæli og námsfrøðiligari læring.
Tá dagurin er liðugur í forskúlanum kl. 11.20, møta børnini í frítíðarskúlanum, ið verður skipaður eftir verandi leisti. Her fáa børnini møguleika at vera úti og spæla, ganga túrar v.m. alt eftir dagligu umstøðunum, veðri o.ø. Tá børnini eru í frítíðarskúlanum, eru tað 4 starvsfólk um børnini.
Foreldrini spurdu dúgliga viðkomandi spurningar og limirnir í fyrireikingarbólkinum svaraðu mestsum uppá flest allar hesar. Anita Vibergsdótttir tók samanum, og greiddi frá, at hetta var tann fyrsti kunnandi fundurin fyri foreldrunum. At fyrireikingarbólkurin heldur áfram at arbeiða við fyrireiking, og lýsing av forskúlanum, og verður meir at frætta innan skúlabyrjan 17. August 2023.
Aðrar greinar um forskúla á Tvøroyri kunna lesast her
Fyrireikingarbólkurin: Jón Johannesen, Mona Brattalíð, Anita Vibergsdóttir, Kari Petersen og Karin Kristina Eysturberg vóru væl nøgd eftir fundin, sum tey mettu hevði gingið sera væl, og vóru tey fegin um, at foreldrini tóku væl ímóti ætlanini at skipa forskúla á Tvøroyri.
Gott og væl 30 foreldur vóru møtt til fundin.
Anita Vibergsdóttir, forkv. í fyrireikingarbólkinum
Mona Brattalíð, deildarleiðari í Trongisvágs skúla
Jón Johannesen, skúlastjóri
Kari Petersen leiðari av Mýrifípuni
Karin Kristina Eysturberg, námsfrøðingur í frítíðarskúlanum