Hesa vikuna hevur handilin Esla, við Sílá føðingardagstilboð á skránni. Tað hevur hann, tí tað í ár eru liðin 60 ár, síðan handil lat upp við Sílá.
John D. Hammer, sáli, stovnaði handilin sum kolonialhandil í 1962 og bleiv har aftur bygt út í 1972. Í 1982 var virksemið vaksið so mikið, at bygt varð út enn einaferð - nú umfataði virksemið eisini sølu av klæðum.
Brøðurnir Torfinnur og Hentzar Hammer yvirtóku handilin í 2000 og løgdu teir seg eisini eftir at selja skrivstovuútgerð, eftir at handilin hjá Erning, “bókbindaranum”, lat aftur. Handilin hjá John D. Hammer var tann fyrsti, ið fór at hava leingi opið – tá til kl. 20:00.
Handilin hevur øll árini, áðrenn hann kom at eita Esla, verið rikin av Hammer-familjuni. Undantikin eru árini 1985-1990, tá hann var leigaður út til FK. Ein long grein um John D. Hammer handilin, kann lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu, í vinnutáttinum frá 2015. Sí her http://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=495&search=vinnut%C3%A1tturin&id=
YVIRTIKIN OG SKIFTIR NAVN TIL ESLA
Í 2018 yvirtóku Laila A. Nielsen og Eva S. Berg handilin og fór hann at eita Esla. Hann var framvegis partur av Samkeyp. Vit høvdu eisini tá, eina grein um handilin, ið kann lesast her http://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=4788&search=esla&id=
Í juli í ár frættist, at handilin fór at lata aftur, vegna serligar umstøður. Hetta harmaði sjálvandi mong, bæði lokal og uttanbíggja, tí handilin er væl dámdur og vitjaður, ikki minst tá klokkan nærkast 22, eins og har eisini er lívlig ferðsla sunnudagar.
ESLA NÝGGJAR EIGARAR
Mong vóru tí sera glað, tá tey eina viku seinni, á Facebooksíðuni hjá Esla kundu lesa, at handilin hóast alt ikki lat aftur. Mortan Vang, ið rekur MTV Byggivirkið, hevði yvirtikið handilin og fór at reka hann víðari, við ymiskum tillagingum.
Nú handilin, har Marjun Niclasen er dagligur leiðari, hevur virkað eitt hálvt ár, fingu vit eitt prát við Mortan um, hví hann yvirtók handilin, hvussu gongur og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina.
Mortan sigur, at hann og mamman, Herfríð Vang, sótu og tosaðu um, at tað var sera harmiligt at handilin nú skuldi lata aftur. Tey gjørdist tí samd um, at kanna møguleikan fyri at yvirtaka hann. Eftir at hava tosað við Lailu A. Nielsen, gjørdist tað greitt, at ein yvirtøka var møgulig.
Skjótt varð borið at og Esla yvirtikin. Mortan sigur, at hann og mamman vóru samd um, at hesin handil var ein týðandi partur av lokalsamfelagnum í uttara partinum av kommununi. Við yvirtøkuni kundu tey tryggja sær, at handilin kundi verða rikin víðari og fyri tey var tað av alstórum týdningi, at hann varð rikin í sama anda sum undanfarin ár, har ein altíð kennir seg vælkomnan í handlinum og dugnaligu starvsfólkini altíð eru klár til eitt prát.
Mortan sigur, at í fyrstu atløgu snúði tað seg um at fóta sær aftur, men síðan Esla lat upp aftur, er vorðið greitt, at kundagrundarlagið fevnir víða og fólk koma úr allari oynni at keypa. “Esla er komið fyri at vera verðandi”, leggur hann at enda afturat.
Tvøroyrar kommuna ynskir Esla hjartaliga til lukku við runda føðingardegnum og ynskir øllum handan MTV Byggivirkið og starvsfólkunum í Esla, besta viðrák komandi mongu árini.
Esla hevur síðu á Facebook, har til ber at fylgja við tilboðum og øðrum, ið eru at finna í handlinum. Sí her https://www.facebook.com/Esla2018