Í dag verða jólamenn at síggja í býarmyndini á Tvøroyri.
Kl. 17 verða teir við smátturnar í miðbýnum og fara síðan runt at vitja teir ymsu handlarnir.
Rokan er altíð í handlunum upp undir jól og tí er ein vitjan av jólamonnunum altíð ein hugnalig løta, mitt í rokanini.
Jólamenninir bjóða karamellur og práta eisini fegnir við børnini.
Sera væl umtókta átakið “Siðsøgulig jól á Tvøroyri”, er eisini opið í dag frá kl. 16:00 – 20:00 og er tað sanniliga eina vitjan vert. Her https://www.facebook.com/profile.php?id=100088523527992 ber til at síggja hvat “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” snýr seg um.
Vitjið hugnaliga og vakurt jólaprýdda Tvøroyri í dag, vitjið “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” og fáið samstundis seinastu jólagávurnar avgreiddar í frálíku handlunum býurin hevur at bjóða.
Siðsøgulig jól á Tvøroyri er eisini opið í morgin, lítlu jólaaftan 23/12, frá kl. 16:00 – 20:00
Hjartaliga vælkomin