Um tú enn ikki hevur vitja “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” er bert opið í 1 dag afturat.
Allar seinasti dagur opið er, er nýggjársaftansmorgun 31. des. millum kl. 10.00 til kl. 12.00, hetta samstundis, sum Tvøroyrar Kommuna bjóðar øllum borgarum á Tvøroyri til morgunmat á Seglloftinum kl. 10.00.
Tvøroyrar kommuna hevði sett sær fyri, at so nógv fólk sum yvirhøvur til bar, fingu møguleika at síggja framsýningina “Siðsøgulig jól á Tvøroyri” og eru fólk komin úr øllum Føroyum at vitja. Sigast má at tiltakið hevur eydnast avberða væl, og ynskir Tvøroyrar Kommuna at takka øllum tykkum fleiri enn 2.000 vitjandi, frá nær og fjar, fyri einastandandi undirtøkuna siðsøgulig jól hava fingið.
Tvøroyrar Kommuna ynskir serliga at takka tykkum mongu, sum frívilliga hava hjálpt til við tiltakinum; uttan tykkara hjálp og íkast, bar slíkt ikki til…
“Friður á jørð og í menniskjum góður tokki”, lýsa fyrireikararnir báðir Johan Holm Simonsen og Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tiltakið siðsøgulig jól á Tvøroyri….
Hetta hevur eydnast til fulnar og eru gomlu søguligu húsini á Tvøroyri, ið stava frá kongiliga handils monopoltíðini í 1836 -Faktorhúsið, Doktarahúsið, Gl.Kgl. Einahandilin, Pakkhús 5, Pakkhús 4, Seglloftið og Gestastovan- rættuliga komin til orðana og víst vitjandi munin á farnum og nýggjum tíðum… Sigast má, at her eru dýrgripir latnir í gávu frá okkara forfedrum til okkara eftirkomarar, ið eru at meta við sannar og væl varðveittar perlur, ið ikki hava sín líka nakra aðrastaðni um okkara leiðir…
Aðalkonsul Íslands, Ágústa Gísladóttir vitjar Tvøroyrar Kommunu og síðsøgulig jól.