Hetta er tó veruleikin hjá froðbinginum, sum fór í farloyvið úr borgarliga skrivstovustarvi sínum sum fulltrúi á sýsluskrivstovuni í 2003, tá hann fekk í boði at blíva valdur borgarstjóri á Tvøroyri, eftir at táverandi borgarstjórin, Finnleif Guttesen gjørdi av, at leggja frá sær í úrtið, eftir at hava røkt starvið í 2 ár.
Kristin hevur bankaútbúgving og starvaðist í gamla Sjóvinnubankanum frá 1973-1978. Eisini er hann útbúgvin timburmaður, eitt yrki hann røkti frá 1978-1984. Frá 1981-2003 starvaðist Kristin sum eykaløgreglumaður og fulltrúi á sýslu-skrivstovuni í Suðuroynni.
Kristin er føddur 30. juni 1956 og sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen, ið búði undir Heygnum á Tvøroyri. Har vaks hann upp saman við tveimum eldri beiggjum Niels Jacob og Daniel Jacob, samt við tvíburabróðrinum Poul Juul, yngra beiggjanum Vilmund og systrini Sóley. Abbin í móðurætt er ongin minni enn mæta Hargaskaldið Pól F, sum mesta av ævini búði á Hamri í Froðba, haðani hann krøkti seg so fastan í føroyska mentanararvin, at hansara orð aldri tagna.
Metaforiska lýsingin av borgarstjóranum og verkskapsmanninum Kristin Michelsen, sæst í stóran mun aftur í rættuliga beinraktari røðu av Tobba, sum altíð við dugnaligum orðavalið myndaði abban úr Hørg, sum verandi:“Yrkjarin, ið fjakkaði frá tí eymasta til tað harðasta, frá tí stillasta til tað villasta, frá tí mest viðkvæma til tað djarvasta, sum var sparringspartnari hjá fleiri ættarliðum, sum átók sær herskna leiklutin, at perspektivera tjóðina í andaligum, mentanarligum og politiskum viðurskiftum”
Eg elski fjøllin himnahá við stinnum tindum, ið loftskýggj ná, og grønum líðum, frá fyrndartíðum tey stóðu svá. | Eg elski áir og fossalag, hin væna hagan, har fuglur kvað, og vøtn og tjarnir, har sól og stjørnir seg spegla á |