15-03-2023
Davíð Guðnason byrjaður sum kommunulækni
Borgarstjórin Kristin Michelsen vitjaði í kommunulæknaviðtaluni í dag, fyri at heilsa uppá og ynskja Davíð Guðnason vælkomnan, nú hann byrjaði í føstum starvið sum kommunulækni í viðtaluni á Tvøroyri mánadagin 13. mars.
Kommunulæknaviðtalan á Tvøroyri, ið hevur tvey viðtalu hølir og er normera til 2 læknastørv, er nú manna við Davíð Guðnason, ið er settur í fast starv sum kommunulækni, meðan tað regluliga koma skiftandi avloysarar at røkja eina viðtalu.
Í viðtaluni, sum Davíð Guðnason røkir, starvast nú umframt Davíð Guðnason sum lækni, eisini Petra Müller sum læknaskrivari og Rósa Thomsen sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Tvøroyrar kommuna ynskir Davíð Guðnason og øllum starvsfólkunum á læknamiðstøðini bestu ynskir og blíðan byr.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá kommunulæknaviðtaluni
her:
Davið Guðnason, Petra Muller, Rósa Thomsen og Kristin Michelsen
Tvøroyrar Kommuna