14-04-2023
Vælkomin í forskúlan Gluggin
Tvøroyrar Kommuna skipaði fyrr í ár fyri navnakapping til forskúlan, sum byrjar í Trongisvági eftir summarfrítíðina í aug. 2023.
Tá freistin var farin 24. feb. í ár, vóru fleir enn 50 uppskot innkomin, og vinnara uppskotið bleiv Gluggin, ið Randi Kúrberg hevði í uppskotið. Radi Kúrberg, hvørs mamma er ætta og uppvoksin í Trongisvági grundgevur og lýsir navnið Gluggin soleiðis:
Navnið kom við íblástri frá staðarnavninum “Gluggarnir”, soleiðis at heitið á stovninum hevur tilknýtið til heimstaðin og nærumhvørvið og kann vera ímynd um kensluna, sum børnini hava til staðið, har tey vaksa upp og trívast. Frá dagstovninum kunnu børnini hyggja niðan á Gluggarnar og ætla sær niðaná, t.v.s. seta sær mál og røkka teimum.
Gluggi merkir “op/hol í vegginum” ella “vindeyga”, og myndaliga sagt er tað gjøgnum gluggan, at børnini fáa eyguni upp fyri verðini, t.v.s. at tey síggja og skilja alsamt meira av lívsins viðurskiftum. Tey gerast búgvin. Gluggin er eisini mark millum tað, sum er inni og úti. Í glugganum eru tey á markinum millum trygga barnagarðslívið, sum tey kenna, og ókenda skúlalívið, sum er spennandi og avbjóðandi, men eisini ótrygt, tí tey hava ikki lært at fóta sær í nýggju verðini enn. Árið í forskúlanum Glugganum er skiftistíðin, ið skal geva børnunum frið og náði at vera á markinum, fara yvir um mark og venda aftur inn um mark. Tað er í glugganum, at tey skulu fáa eyguni upp fyri, at tað ókenda er forvitnisligt, spennandi, mennandi og læruríkt. Tey skulu fáa dirvi at tak a við avbjóðingum og royna alt tað nýggja, sum heimurin, ið letur seg upp fyri teimum, hevur at bjóða. Meðan alt hetta hendir, skulu børnini eisini kenna barnagarðslívið sum ta góðu, sterku og fløvandi vaksnamannahondina, ið leiðir tey væl yvirum, og sum tey óttaleys tora at sleppa, tá ið tey og tíðin eru búgvin til tað.
Tilgongdin til forskúlan:
Tvøroyrar býráð samtykti í feb. 2022 at byrja fyrireikingar at seta á stovn forskúla í kommununi við ætlan um at hesin kundi byrja í aug. 2023. Ein arbeiðsbólkur bleiv settur, sum síðani hevur fyrireika stovnsetan av forskúla í Tvøroyrar Kommunu, og hin 29. sep. samtykti býráði at seta á stovn forskúla, sum skuldi byrja í aug. 2023. Meira kann lesast
her
Nú er komið so mikið langt við fyrireikingum, at forskúlin hevur fingið navn, starvsfólk eru sett, og børn í Tvøroyrar kommunu verða boðin vælkomin í forskúlan Gluggin í august 2023.
Starvsfólk í Glugganum:
Lærari í Glugganum verður Juanita Schrøter Holm, ið er úr og býr í Hvalba. Juanita er útbúgvin lærari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í 2014. Hon hevur millum annað starvast í skúlanum á Argjahamri og í Hvalbiar skúla. Fyrstu tíðina í skúlanum á Argjahamri var hon við, tá forskúli var stovnaður har, so hon hevur umframt nógvar aðrar viðkomandi royndir, eisini royndir úr forskúla. Juanita hevur millum annað eisini verið leiðari fyri barnaundirhaldi umborð á Norrønu.
Námsfrøðingur í Glugganum verður Karin Kristina Eysturberg, ið er av og býr á Tvøroyri. Karin Kristina er útbúgvin námsfrøðingur á UCSJ í Roskilde í 2014. Karin Kristina hevur, áðrenn hon og familjan fluttu heim aftur til Føroya, eitt nú starvast í eini rørsluvøggustovu. Karin Kristina hevur eisini royndir úr Útibarnagarðinum á Tvøroyri, har børnini á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu hava gingið síðsta árið, áðrenn tey eru farin í fyrsta flokk; tað vil siga júst hesin sami aldursbólkur, ið nú byrjar í forskúla.
Arbeiðið í forskúlanum Gluggin verður sambært kunngerðini um skipan og læring í forskúla frá 2013. Børnini fáa avbjóðingar, so tey kunnu menna sítt forvitni, skapanargleði, sosialu førleikar og hugin at læra. Dagurin og innlæringin verður í stóran mun skipað sum ein leikandi tilgongd til menning og læring.
Í Glugganum koma ein lærari og ein námsfrøðingur at starvast lið um lið, og hesir skulu í felag skipa dagin hjá børnunum. Tær báðar, ið eru settar í starv í forskúlanum, hava drúgvar royndir at arbeiða við og saman við børnum í hesum aldrinum, og gleða seg at sleppa í gongd at menna og mynda nýggja forskúlan, ið kemur at húsast saman við innskúlingini hjá Tvøroyrar skúla í Trongisvági.
Okur gleða okum at fylgja forskúlanum Gluggin, nú hann fer í gongd, og okur ynskja nýggju starvsfólkunum vælkomnum og góðan arbeiðshug!
Tvøroyrar Kommuna