Slíkar útgávur eru ikki á hvørjum degi, og má hetta sigast at vera ein viðurkenning av SALT sum einum av mentanarmiðdeplunum í Føroyum.
Ein frímerkjaútgáva merkir eisini, at kunning um SALT verður borin út um allan heim, á sjey ymiskum málum: føroyskum, donskum, enskum, týskum, fronskum, sponskum og kinverskum.
Hátíðarhaldið byrjar kl. 19.30. Tvøroyrar Hornorkestur, setir, sum so mangan, dám á kvøldið.
Ingun Nolsøe Olsen, Posta, hugleiðir um post og frímerki. Posta bjóðar okkurt leskandi og munnbitar.