Tvøroyrar býráð hevur gjørt av, framhaldandi at skipa øll tilboð fyri í ung í verandi Pakkhús 4, eisini nevnt PH4 á havnarlagnum á Tvøroyri.
Sostatt er ætlanin at flyta rúsfríða tilboði fyri størri børn um vikuskiftið í avgreiðsluhølið á Sjógøtu 2, har Posta hevur havt sítt virksemið slept. Ístaðin hevur býráði samtykt, at alt virksemið fyri ung verður verandi og savna í Pakkús 4 á Havnarlagnum, hetta eisini galdandi rúsfríðum vikuskiftis tilboð fyri størri børn.
Ungdómshúsið á Tvøroyri hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen. Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð.
Tvøroyrar kommuna