Haruskjótingin varð herfyri útsett, men nú verður roynt aftur í morgin, leygardagin 11. november.
Viðrar í morgin, so er ætlanin at fara undir árliga Klappjaktin í Trongisvági. Tá klappjakt er, eru, sum vera man, nógvir skjúttar. Heitt verður tí á fólk um at halda seg burtur frá økinum, meðan skotið verður. Farið verður til stroks beinanvegin tað lýsnar á morgni og støðgað verður ikki fyrr enn tað skýmir aftur.
Á viðfestu myndini sæst á leið økið, har skotið væntandi verður í morgin. (reyða økið)
Klappjaktin fylti annars 130 ár í fjør og meiri kann lesast um tað her https://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5715&search=klappjakt&id=