Hátíðardámur á Tvøroyri í dag, nú Anna Poulsen fyllir 100 ár.
Anna er er fødd 7. novembur í 1923 í Porkeri, har hon vaks upp. Hon giftist Gudmund Poulsen av Tvøroyri, og settu tey búgv við Sílá á Tvøroyri, har tey bygdu hús.
Hesin heilt serligi føðingardagurin verður hildin saman við familju, vinum og kenningum, á Ellisheiminum á Tvøroyri, í dag, tann 7. Novembur, frá kl 14-18.
Til ber at hoyra samrøðu við Annu, ið Tórður Mikkelsen hevði við hana í gjár, dagin fyri hon fylti 100: https://kvf.fo/gmf?sid=165360
Tvøroyrar Kommuna ynskir Onnu hjartaliga til lukku og Harrans signing á 100 ára føðingardegnum.