Í longri tíð hava fólk sæð fram til, at spæliplássið í Froðba fór at verða tikið í nýtslu, men tíverri hevur hetta ikki latið seg gera enn. Veitarin, ið kommunan valdi til at gera spæliplássið, er farið á húsagang og ávís viðurskiftir skulu fáast í rættlag, áðrenn spæliplássið kann verða gjørt liðugt. Tað sum er eftir nú, er fallundirlagið og uppsetan at reiggjum. Tíverri er komið so langt út á árið, at tað er trupult at fáa fallundirlagið avgreitt.
Vit harmast um at hetta skuldi taka so langa tíð og vóna at ein loysn verður funnin skjótt. Júst nær spæliplássið letur upp, ber ikki til at siga júst nú, men kunnað verður um tað, so skjótt okkurt nýtt er at frætta.