Angilie Johannesen Olsen avloysir Arthur Djurhuus Poulsen, sum fyrr í ár boðaði frá, at hann hevði tikið við leiðarastarvi í bygda- og ungdómshúsinum á Strondum, har hann og fam. hava bygt sær hús.
Ungdómshúsið Pakkhús 4, PH4
Pakkhús 4 er staðið har børn og ung á Tvøroyri møtast at hugna sær og hitta javnaldrar í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum.
Ungdómshúsið mennir seg støðugt, og sæst hetta eisini aftur í, at fleiri og fleiri børn vitja í hugnaliga pakkhúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri.
Her møtast børn og ung undir góðum og tryggum kørmum, har tey sleppa at taka ábyrgd og vera virkin partur av øllum virkseminum í húsinum. PH4 er partur av sera hugnaliga eldra umhvørvinum á havnarlagnum, og liggur sum ein perla á fremstu rók mitt á Tvøroyri. Her er pláss fyri uttandura og innandura virksemið, alt eftir hvussu veðrið skikkar sær. Børn og ung hitta sínar javnaldrar til prát, spøl, við møguleika fyri at keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera fyri seg sjálvan, saman við sínum vinum og javnaldrum, umframt møguleiki er fyri at læra ymiskt handaligt arbeiði, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi og verkætlanum o.s.fr.