UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-01-2024

DAGFØRINGAR Í MÝRIFÝPUNI OG FRÍTÍÐARSKÚLUNUM

Sera nógv er hent á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, seinastu árini. 6. Januar 2020 varð nýggi tilbygningurin til barnagarðin Mýrifípuna tikin í nýtslu og hevði tað sera stórar og góðar broytingar við sær, bæði fyri børn og starvsfólk.

Hetta var tó bert eitt stig á leiðini til at fáa alt barnaansingarøkið í Trongisvági dagført. Eftir var framvegis eldri parturin av barnagarðinum, ið upprunaliga varð tikin í nýtslu 21. mai 1990. Nú eru skjótt 34 ár liðin, síðan fyrsti barnagarður í Suðuroynni varð veruleiki og, hóast alt enn var í góðum standi, so trongdi til ábøtur og dagføringar.

 

DAGFØRINGARNAR GAGNA BØRNUM OG STARVSFÓLKUM

Í nakrar vikur hava timburmenn hjá Mortan Petersen, timburmeistara, arbeitt í eystara enda av “gomlu Mýrifípuni”, í tí, ið verður kalla Blákollan (fyrr Bláa Stova). Nýtt gólv og loft er lagt á og til felags fyri bæði er, at alt er gjørt við tí fyri eygað, at betra um akustikkin og nýtslugleðina av hølunum.

Hølini eru blivin málaði og nýggjar lampur eru settar upp. Eisini við lampunum er hugsað um tey, ið til dagliga skulu nýta hølini. Lampurnar tillaga seg nevniliga, sjálvvirkandi, ljósinum uttanifrá og er hetta nakað, ið serliga starvsfólkini gleðast um. Eisini eru flisar lagdir á í hølini, har børnini koma inn í, tá tey hava verið úti. El-arbeiðinum hevur somuleiðis staðbundna virkið, Bærendsen Teknik, staðið fyri.

Kari Joensen, dagligur leiðari av barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, sigur, at tað allan vegin hevur verið lagdur stórur dentur á, at tað skuldi hugsast um trivnaðin hjá børnunum OG starvsfólkunum.

Hesum taka Mikkalina Simonsen og Anne Mia Johansen, ið vóru til staðar undir prátinum, eisini undir við. Tær hava starvast á stovninum í ávíkavist 30 og 20 ár og tær gleðast um raðfestingarnar á dagstovnaøkinum, ið nú koma at gera arbeiðsumstøðurnar enn betur.

 

AKKULEYA OG VØGGUSTOVAN EFTIR

Nú eru timburmenninir í gongd við at dagføra Akkuleyu (fyrr Reyða Stova) og síðan kemur túrurin til vøggustovuna. Kari Joensen metir, at í februar/mars í ár eigur alt at vera liðugt og tað gleða øll seg til.

Í skrivandi stund er alt inventar frá Akkuleyu í gongini uttanfyri stovurnar og tað er ikki optimalt. Tó, tá man veit at hetta bert er fyribils og at nakað betri er í væntu, so er tað til at liva við, sigur Kari.

 

FRÍTÍÐARSKÚLARNIR EISINI DAGFØRDIR

Forskúlin Gluggin hevur frítíðarskúla í vestara parti av kjallaranum undir skúlanum í Trongisvági. Sóljan, ið hann eitur, hevur fingið nýtt, ljóðdoyvandi loft sett upp. Gluggin byrjaði sítt virksemi 16. august í fjør, í somu hølum, har Trongisvágs skúli heldur til og her ganga uml. 20 børn. Eftir vanliga “skúlagongd” í forskúlanum, verður farið niður undir, í frítíðarskúla. Eitt felags ítrívshøli er eisini í Sóljuni, ið bæði skúli, forskúli og frítíðarskúlar deilast um at nýta.

Í eystara enda av kjallaranum undir kantinuni, heldur frítíðarskúlin hjá 1. og 2. flokki til. Her er bæði komið nýtt gólv og loft og sær tað sera snøgt og innbjóðandi út. Her halda børnini til eftir vanliga skúlagongd og eru tey uml. 27 í tali.

Tað er lokala fyritøkan BSR, Birgir Strøm Rasmussen, ið hevur staðið fyri hesum arbeiðinum, ið nú er komið at enda.

BARNAANSINGARØKIÐ HEVUR HØGA RAÐFESTING

Í Tvøroyrar kommunu hevur barnaansingarøkið altíð havt høga raðfesting. Mýrifýpan man í dag vera millum best útgjørdu barnaansingarstovnar í landinum. Um leið 110 børn og 37 starvsfólk, øll íroknaði, hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.

Afturat barnaansingarøkinum koma so frítíðarskúlarnir hjá fólkaskúlanum og forskúlanum, ið halda til hinumegin vegin, í skúlanum í Trongisvági. Her eru uml 52 børn og 7 starvsfólk knýtt at økinum.

 
Sí fleiri myndir á síðu Tvøroyrar kommunu á Facebook her 

 

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo