Júst í dag eru 100 ár liðin, síðan sluppin General Gordon av Tvøroyri legði út frá Hvalba 25. februar 1924 og ongantíð spurdist aftur. Við fóru 19 mans, av hesum vóru teir 11 úr Hvalba.
Minningargudstænasta verður hildin í Hvalbiar kirkju í dag 25. februar kl. 13.30, og verða nøvnini á teimum, sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Eftir minningarguðstænastuna verða kransar lagdir við minnisvarðan í Hvalba og á Torvheyggi á Tvøroyri.
"Tá síðsti stormur er riðin av,
á ljósu strondum eg lendi,
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
til tey, sum aftur ei vendu;
ei nakar hugi tað skilja kundi,
ei nakað eyga tað síggja mundi,
hvat har hann hevur teimum goymt"