Talan er um gamla fótbóltsvøllin á Sevmýri á Tvøroyri og gamla TB-húsið.
Ásetingarnir fyri Miðstaðarøki «A» kunnu lesast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu, men grundleggjandi verður økið lagt av til miðstaðarbygging, t.e. bústaðir, handlar, skrivstovur, samkomuhøli, heilsubótarstovur, gistingarhús, matstovur, smærri handverksfyritøkur o.t.
Almenna framløgan er frá 17. apríl til 8. mai 2024 á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, og møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2024.
Lógarheimild: §6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum
Fylgiskjøl: