Eins og undanfarin ár, tá várið er í hondum, so er Umhvørvisvika á skránni á Tvøroyri. Í ár verður tað í viku 18, t.v.s. frá mánadegnum 29. apríl, til sunnudagin 5. mai.
Komandi dagarnir fara vit at kunngera nøkur av teimum áhugaverdu tingunum, ið eru á skránni.
Endamálið við Umhvørvisvikuni er m.a. at seta sjóneykað á tær umhvørvisligu avbjóðingarnar vit hava í samfelagnum í dag og hvat vit sjálvi kunnu gera, fyri at betra um hetta.
Vit hava áhugaverdan fyrilestur á skránni, plantingardag, ruddingardag, gongutúr, plantupakkar og annað í umbúna.
Vælkomin at fylgja við á síðuni hjá Umhvørvisvikuni, á Facebook, sí her