Summarið nærkast alsamt og árliga Umhvørvisvikan er nú í hondum. Ein afturvendandi táttur í Umhvørvisvikuni, er ókeypis plantupakkin, ið kommunan letur borgarunum.
Einasta fyritreyt fyri at fáa plantupakka er, at viðkomandi skal vera borgari í Tvøroyrar kommunu og samstundis er bert ein plantupakki fyri hvørt húsarhald.
SOLEIÐIS BÍLEGGUR TÚ
Send ein teldpost til tvoroyri@tvoroyri.fo og skriva “Bílegging av plantupakka” í evnisteigin.
Minnist til at skriva:
Navn
Bústað
Telefonnummar
Teldupost
BÍLEGGINGARFREIST
Fólk kunnu skriva seg upp frá í dag, tórsdegnum 18. apríl, til og við fríggjadagin 26. apríl.
ÚTFLÝGGJAN AV PLANTUPAKKUM
Plantupakkarnir kunnu avheintast sunnanfyri bygningin hjá Teknisku deild á Hvítanesi týsdagin 30. Apríl, í tíðarbilinum 16:00 – 18:00.
Í plantupakkanum er 1 stk. lerkutræ og 1 stk. furutræ. Við fylgir eisini frágreiðing um trøini. Ynskja fólk okkurt at bera trøini í, mugu tey sjálvi taka tað við.
ÁHEITAN VIÐVÌKJANDI FERÐSLUNI
Heitt verður á fólk, ið koma í bili, um at hugsa um hvar tey seta bilin frá sær. Økið er tætt við veg, við nógvari ferðslu og týdningarmikið er at ferðslan kann haldast koyrandi, ótarnað. Er p-økið fult, bíðið so eina løtu og komið aftur. Øll fáa tað sama og øll, ið bílagt hava, fáa tað tey hava bílagt, møta tey upp í omanfyri nevnda tíðarbili.