Tvøroyrar Kommuna er farin undir at fyrireika útbygging av barnagarðinum í Trongisvági.
Í hesum sambandi er niðursett eina bygginevnd, ið hevur 8 limir, og hon hevur 29. mars havt sín fyrsta fund.
Umframt umboð fyri umsitingina og býráðið, eru eisini umboð fyri barnagarðin, dagrøktina og foreldrabólkin við í bygginevndini.
Verkætlanin er enn á byrjanarstigi, men pengar eru settir av til prosjektering í 2017.