24-01-2018
Viðtøkur fyri foreldraráðið
Dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu
Við heimild í § 9 í løgtingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 9. mai 2006, og § 4 í reglugerð fyri virksemi í dagstovninum hjá Tvøroyrar kommunu, verða hesar viðtøkur settar í gildi fyri foreldraráðið á dagstovnaøkinum í Tvøroyrar kommunu.
Endamál
§ 1. Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráði við leiðaran á dagstovnaøkinum. Foreldraráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldrini, dagstovnaøki og kommununa.
Stk. 2. Foreldraráðið skal vera ráðgevandi í mun til dagstovnaleiðaran, sum ikki er bundin av at fylgja ráðgevingini frá foreldraráðnum, um haldgóð grund er fyri hesum.
Heiti
§ 2. Heitið er foreldraráðið fyri dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu. Uppi í hesum heiti er dagstovnurin Mýrifípan við útibarnagarði og frítíðarskúla.
Valbæri til foreldraráðið
§ 3. Øll foreldur, sum hava børn á dagstovnaøkinum, kunnu veljast í foreldraráðið.
Skipan av- og virksemi í foreldraráðnum
§ 4. Foreldraráðið er samansett við 5 limum. Tað er dagstovnaleiðarin, sum tekur stig til, at foreldraráðið verður valt á foreldrafundinum um heystið. Foreldraráðið verður valt fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur. Gevst barn hjá ráðslimi á dagstovnaøkinum, tekur varalimurin sæti í foreldraráðnum.
Stk. 2. Foreldraráðið og tess varalimir verða valdir við vanligum atkvøðumeirluta millum tey foreldur, sum eru møtt á foreldrafundinum.
Stk. 3. Foreldraráðið skipar seg sjálvt við formanni/kvinnu, næstformanni/kvinnu og einum skrivara.
Stk. 4. Foreldraráðið hevur fund minst eina ferð hvønn ársfjórðing, og tað er formaðurin/forkvinnan í ráðnum, sum kallar inn til fund. Berst formanninum/forkvinnuni frá at kallað inn til fund, er tað næstformaðurin/næstforkvinnan, ið kallar inn til fund í foreldraráðnum.
Stk. 5. Fundur í foreldraráðnum er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. Avgerðir í foreldraráðnum verða tiknar við vanligum atkvøðumeirluta. Miðjast skal tó ímóti, at avgerðir hjá foreldraráðnum eru einmæltar.
Stk. 6. Skrivarin letur úr hondum fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað aftaná fundin av teimum limum í foreldraráðnum, sum hava luttikið á fundinum.
Stk. 7. Formaðurin/forkvinnan í foreldraráðnum kann boðað dagstovnaleiðaranum til fundar í ráðnum.
Ábyrgdin hjá limum í foreldraráðnum
§ 5. Limir í foreldraráðnum skulu arbeiða samvitskufult, og kemur ráðið fram á viðurskifti í dagstovninum, sum ikki eru ráðilig ella lóglig, skal ráðið beinanvegin kunnað dagstovnaleiðaran.
Stk. 2. Limir í foreldraráðnum hava tagnaðarskyldu um viðurskifti við atliti til dagstovnin, sum limirnir fáa kunnleika um. Tagnaðarskyldan er eisini galdandi aftaná at limur er farin úr foreldraráðnum.
Innlit
§ 6. Møguligar umbønir um innlit í frásagnir frá fundum í foreldraráðnum verða avgreiddar sambært ásetingum í fyrisitingarlógini, t.e. løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.
Dagføring og broyting
§ 7. Tvøroyrar kommuna kann dagføra og broyta hesar viðtøkur, men skal í hvørjum einstøkum føri kunnað Tvøroyrar býráð hesum viðvíkjandi.
Samtykt og góðkend
§ 8. Tvøroyrar býráð hevur á fundi tann 13. november 2017 samtykt, at góðkenna hesar viðtøkur.
Gildiskoma
§ 9. Viðtøkurnar koma í gildi tann 1. januar 2018.
Tvøroyri, 13. november 2017
____________________ | | ____________________ |
Kristin Michelsen Borgarstjóri | | Henrik Weihe Joensen Kommunustjóri |