DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
09-12-2014

Jólahald hjá Mýrifípuni og Sóljuni

Tað var av allar fagrasta jólaveðri í gjár, tá barnagarðurin Mýrifípan og útibarnagarðurin Sóljan skipaðu fyri einum ørvísi jólahaldi fyri børnunum og foreldrum.
 
Jólahaldið hevur vanliga verið í skúlahøllini í Trongisvágs Skúla, men í ár valdu starvsfólkini at skipa tað ørvísi. Viðalundin í Trongisvági var karmur um jólahaldið hesa ferð og sigast má, at hetta eydnaðist sera væl.
 
Jólaperur prýddu sum vanligt viðalundina. Harafturat høvdu starvsfólkini hongt lanternur við livandi ljósum á trøini, og var hetta serstakliga hugnaligt. Børnini gingu luciagongd og sungu nakrar jólasangir fyri teim mongu foreldrum, ommum og abbum, ið vóru komin til jólahugna.
 
Starvsfólkini borðreiddu við heitum kakao og bollum, og var hetta kærkomið í kuldanum.
At enda komu jólamennirnir at vitja. Hesir vóru sum vera man vælmóttiknir, og vóru børnini glað fyri pakkarnar, teir høvdu við.

Takk skulu starvsfólkini í Mýrifípuni og Sóljuni hava fyri eitt sera hugnaligt og nýhugsað jólahald, sum eydnaðist sera væl.
 
 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo