DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
22-08-2018

Sáttmálin fyri Mýrifípuna undirskrivaður

 

Seinnapartin týsdagin 21. august 2018 varð arbeiðstakarasáttmáli fyri timbur- stál og takarbeiðið í sambandi við bygging av nýggjum barnagarðinum í Trongisvági undirskrivaður.

Tað vóru Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki og Kristin Michelsen, borgarstjóri, umframt Jónleyg J. Bech, kommunustjóri, sum undirskrivaðu sáttmálan.

Tilboðið fyri byggingina ljóðar á kr. 6.449.464,00 krónur og arbeiðið byrjar 3.sept.2018.

Spakin varð settur í til nýggja barnagarðin í Trongisvági í desember síðsta ár, og jørð, kloakk og betongarbeiðið er nú liðugt.

Verandi barnagarðurin var tikin í nýtslu 21. mai 1990, og tá var verandi borgarstjórin við at taka avgerðina um bygging av barnagarði. Avgerðin um víðkanina varð tikin av sitandi býráði í 2017.

Í dag er ganga 52 børn í Mýrifípuni, og tá útbyggingin er liðug er rúm fyri 52 børnum afturat. 

Útibarnagarðurin verður eisini í barnagarðinum, og fer at hava rúm fyri 20-35 børnum. Hann verður í 2 hæddum.

Stórur áhugi er at sleppa í barnagarð. 26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð.

Mynd: Mortan T. Vang, MTV Byggivirki, Kristin Michelsen, borgarstjóri, Kari Petersen, dagstovnaleiðari



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo