DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
21-05-2019

Barnagarðurin 29 ár

Barnagarðurin í Trongisvági hátíðarheldur í dag 29-ára dagin síðan hann varð tikin í nýtslu. Starvsfólkini høvdu boðið børnunum á stovninum, spælistovuni og útibarnagarðinum til lagkøku og annað gott til góman og hetta var sjálvandi nakað, ið børnini frøddist um.

Barnagarðurin má vera eitt gott stað at arbeiða, tí heili 4 starvsfólk hava verið í arbeiði frá fyrsta degnum og eru tað enn. Tað eru Sólfríð Vest, Fanny Nielsen, Mikkalina Simonsen og Guðrun Petersen.

Nú nýggjur barnagarður verður bygdur undir liðini á verandi barnagarði, so bleiv tosað um hvussu tað var fyrr. Nakrar mintist tá fólk gingu og savnaðu undirskriftir inn, fyri at fáa bygt ein barnargarð – hetta var í 1979. Barnagarðurin varð tó fyrst bygdur og tikin í nýtslu í 1990 og var hetta eitt satt frambrot fyri kommununa og arbeiðandi fólkið. Fyrstu árini gingu børn í barnagarð hálvan dag – 20 børn áðrenn døgurða og 20 børn aftaná døgurða.

Nú tykist hetta helst undarligt, sæð við dagsins eygum, men tíðirnar broytast. Um stutta tíð byrjar enn eitt nýtt tíðarskeið, tá nýggi og stásiligi barnagarðurin stendur liðugur, fyrst í komandi ári.

Tvøroyrar Kommuna ynskir barnagarðinum til lukku við degnum og ynskir samstundis starvsfólki og børnum ein góðan dag.




Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo