Barnagarðurin Mýrifípan í Trongisvági skipar fyri navnakapping, í samband við at nýggjur barnagarðurin verður tikin í brúk í januar 2020.
Børnini húsast í ymiskum stovum, og eru tað hesar stovur, ið vit ynskja navn til. Stovurnar vera sum nú er, nevndar “Reyða Stova”, “Bláa Stova” og so framvegis. Sjálvur barnagarðurin eitur Mýrifípan, og hartil hoyrir úti- barnagarðurin, sum eitur Sóljan og frítíðarskúlin, ið eitur Smæran.
Vit ynskja, at stovurnar skulu “hóska saman við navni” og tí fara vit at heita á tykkum um at senda okkum uppskot til nýggj stovunøvn.
Uppskot til nøvn skulu sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo og merkt “Navnakapping”, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. desember kl. 15:00.
Vinnararnir verða kunngjørdir á okkara heimasíðu, og verða vinnara uppskotini heiðra við kr. 1.000,- fyri hvørt stovuheiti.
Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til at velja frítt ímillum øll innkomin uppskot, og um mett neyðugt, onki at velja sum vinnara uppskot.
Vit gleða okkum til at síggja tykkara uppskot.