DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
15-04-2020

KUNNING UM DAGSTOVNAØKIÐ OG FÓLKASKÚLAN

Dagstovnaøkið letur upp tann 20. apríl 2020, og inntil tá, er serskipan galdandi fyri ansing til tey børn, hvørs foreldur røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Tað snýr seg um foreldur, sum arbeiða innan til dømis heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna og tilbúgvingina og innan flutning, haldilsvinnuna, útflutningsvinnuna og aðrar avgerðandi samfelagsveitingar.

Frítíðarskúlin tekur móti børnum upp til 3. flokk, tá ið foreldur ongan annan møguleika hava fyri ansing. 

Fólkaskúlin letur eisini upp mánadagin 20. apríl, har 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd. Talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda, og sostatt kunnu foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, hava børnini heima. 4. til 10. flokkur fara framhaldandi at hava skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar. Inntil 20 apríl, er eins serskipan galdandi fyri fólkaskúlan og frítíðarskúlan, sum er galdandi fyri dagstovnaøkið, fyri børn upp til 3. flokk.

Meira kunning um barnaansing fæst við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen á tlf. 218737, og við. skúlagongd at venda sær til skúlastjóran Jón Johannesen á tlf. 222320. 

"Tey foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, eru vælkomin til at hava børnini heima" 

 
15.4.2020



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo