DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - STARVSLÝSINGAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
10-01-2024

STARVSLÝSING EFTIR STUÐUL TIL BARNAGARÐIN HJÁ TVØROYRAR KOMMUNU.

Talan er um tímalønt starv, sum stuðul á 30-40 tímar um vikuna, til barn í barnagarðsstovu

 
Starvið inniberð at verða stuðul hjá einum barnið og í tøttum samstarvið við starvsfólkini í barnagarðinum, skipa dagin hjá barninum.
 

Meira fæst at vita: 

Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162. 

 

Lønar- og setanarviðurskifti:

Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 2. juli 2024.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

 
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.
 

Umsókn: 

Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi ónsdagin 17. januar 2024 kl.12.00.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Tvøroyrar Kommuna
Mýrifípan 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo