DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN
Tú ert her: DAGSTOVNURIN MÝRIFÍPAN << - GREINAR
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
kari@tvoroyri.fo
13-03-2024

Barnaansingin í summarfrí 3 vikur (15.juli -02.aug)

Barnaansingin í Tvøroyrar kommunu ferð -sum eina roynd í ár- í summarfrí í 3 vikur frá mánadegnum 15. juli til fríggjadagin 2. august.

Hetta er fyrsta árið síðan 2019, at barnaansingin letur aftur um summari. Orsøkin til avgerðina at lata aftur í 3 vikur komandi summar er, at árini frammanundan hevur tørvurin á ansing víst seg at verða sera lítil.

Farnu árini barnaansingin hevur havt opið um sumrarnar, hava foreldur, fingið boð um at fráboða frammanundan, um tey hava tørv á ansing. Úrslitið hevur gjøgnumgangandi verði, at ynskið um ansing og tørvurin á ansing ikki samsvarar hvørt annað. Starvsfólk møta til arbeiðis, hóast at børn kortini ikki møtta, sum annars er fráboða. 

At hava opið um summari viðførur, at nógv starvsfólk møta til arbeiðis fyri at ansa fáum børnum, og fær barnaansingin sostatt starvsfólkatrot í longri tíðarskeið, fyri at avgreiða summarferiuna hjá starvsfólkunum.

Í ár verður sostatt ein roynd gjørd, har børn og øll starvsfólkini í barnaansingini fara samstundis í summarfrí í juli/aug. mðr.

Tvøroyrar kommuna
Mýrifípana
 
 
 
 
 



Dagstovnurin Mýrifípan, Smærugøta 8, 826 Trongisvágur - Tlf. 372700 - kari@tvoroyri.fo