Barnaváttanarlógin kom í gildi 1. juni 2022, og er hon tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
Endamálið við lógini er at fyribyrgja kynsligum ágangi móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar s.s. almennir stovnar, feløg og felagsskapir, ið seta persónar í starv ella til uppgávu, sum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan. Barnaváttanin vísir, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur o.l. í málum um kynsligan ágang ímóti børnum. Um barnaváttanin vísir, at persónur er dømdur, er bannað at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu, sbr. § 9 í lógini.
Barnaváttanarlógin løgskipar hinvegin ikki, um arbeiðsgevarar sjálvboðið krevja privatar revsiváttanir ella fáa myndugleikarevsiváttanir til vegar í sambandi við setanir. Tað er eitt annað slag av váttan, sum ikki er fevnt av barnaváttanarlógini. Nærri kunning um revsiváttanir fæst við at venda sær til løgregluna og á heimasíðuni her.