Væl oman fyri 100 fólk vóru hjástødd, tá øll starvsfólk, sum hava verið í starvi í meiri 15 ár, vórðu heiðrað við blómutyssi og pengagávu.
Í september samtykti býráðið eina broyting í starvsfólkaskipanini, sum m.a. hevur við sær, at merkisdagar hjá starvsfólkum framyvir skulu hátíðarhaldast. Tað var samstundis gjørt av, at samla øll, sum ongantíð áður hava fingið viðurkenning.
Í framtíðini fáa starvsfólk viðurkenning tá tey hava verið í starvi í 15 ár, og síðani 5. hvørt ár.
7 núverandi sløkkiliðsmenn hava havt tilknýti til Tvøroyrar Sløkkilið í meiri enn 30 ár.
Tað starvsfólkið í dagligum starvi sum hevur starvast longst hjá Tvøroyrar Kommunu, er Naia Mortensen í Barnatannarøktini, sum hevur verið í starvi í 37 ár.
Sí listan yvir øll tey sum vórðu heiðrað 5. november: Yvirlit (PDF)
Her eru myndir frá tiltakinum: Starvsfólk heiðrað - myndaalbum