05-10-2015
7 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað
Fríggjadagin 2. oktober kl. 15:00 vórðu 7 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu heiðrað á móttøku í býráðssalinum á Tvøroyri.
Hetta vóru starvsfólk, ið hava verið í starvi í ávikavist 15, 20 og 25 ár.
Talan var um 5 starvsfólk í barnagarðinum Mýrifipuni:
Bára Strøm, 15 ár
Fanny Nielsen, 25 ár
Sólfríð West, 25 ár
Mikkalina Simonsen, 25 ár
Guðrun Petersen, 25 ár
Og 2 starvsfólk í umsitingini:
Jónleyg J. Bech, 15 ár
Jennie Debes, (Dagrøktin/Umsitingin) 20 ár
Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði starvsfólkunum vegna býráðið og handaði teimum blómutyssi og gávu.
Naia Mortensen, í barnatannarøktini, hevði 40 ára starvsdag í apríl, men hon var burturstødd fríggjadagin.