15-06-2016
Roknskapur 2015
Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 08.06.2016 roknskapin fyri 2015.
Í fíggjarætlanini fyri 2015 varð roknað við einum avlopi á 10,4 mió.
Ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 16,06 mió, t.e. 5,66 mió meira enn væntað.
Samlaði raksturin av kommununi kostaði 55,89 mió í 2015 og er hetta 1,5 mió minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.
Í fíggjarætlanini var roknað við at gera íløgur fyri 2,07 mió. í 2015, men roknskapurin vísir, at gjørdar vóru íløgur fyri 1,92 mió. Tað mesta av hesum er brúkt til Tvøroyrar Havn.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu í 2015 vóru 3,97 mió hægri enn væntað. Roknað var við 69,9 mió í inntøkum, men roknskapurin vísir, at samlaðu inntøkurnar vóru 73,87 mió.
Inntøkan av persónsskatti var 59,65 mió og er hetta 3,25 mió meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2015.
Kommunan hevur í 2015 goldið 9,6 mió. í avdráttum og var nettoskuldin hjá kommununi við árslok komin niður á 0,77 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar 8 álíkningar.
Framgongdin í kommununi seinastu árini hevur ført við sær, at býráðið í 2016 hevur lækkað skattaprosentið við 1,05% og eisini lækkað gjøldini á barnaansingarøkinum munandi. Kommunan hevur eisini ætlanir um fleiri íløgur í 2016.
Ein av hesum íløgum er gjørd seinastu vikurnar, tá høvuðsvegurin úr Trongisvági út til gamla grótbrotið er vorðin asfalteraður.