04-10-2016
Breiðkan av Kirkjubrekkuni
Sum ein liður í verandi ætlan, við at breiðka um vegirnar í kommununi, eru kommunalu arbeiðsmenninir í løtuni staddir í Kirkjubrekkuni.
Gamli betonggarðurin, ið hoyrir til prestagarðin, verður nú tikin niður og vegurin breiðkaður. Sum nú er, er vegurin góðar 4,6 metrar breiður, men tá arbeiðið er liðugt, verður hann 7 metrar til breiddar.
Staðið er tiltikin fløskuhálsur í miðbýarferðsluni og við hesum verður væntað, at tað verður høgligari hjá bæði teimum koyrandi og gangandi at nýta vegastrekkið. Garður verður ikki bygdur upp aftur á staðnum, men ein prýðiligur skráningur verður í staðin gjørdur.