UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
24-10-2016

Cross-fit økið verður nú gjørt klárt

Arbeiðsmenninir hjá kommununi eru byrjaðir at hampa kring økið, har útgerðin skal setast upp. Í næstum verður nýtt fundament stoypt og so er ætlanin at seta útgerðina upp, so hvørt veðrið er til vildar. Økið beint við byrjanina á Áargøtu, har áður nýggjársbál hevur verið, fer í framtíðini at verða karmur um forvitnisliga ítróttartilboðið. Nógv nýta Áargøtu til ein renni- ella gongutúr og tí kemur útgerðin at standa sera væl fyri, sum ein ...liður í venjingini hjá teimum, ið dáma at vera úti í náttúruni.

Trongisvágur tekur við hesum eitt fet víðari í gongdini, í at gerast ein sannur ítróttarmiðdepil. Frammanundan eiga vit frálíka fótbóltsøkið við Stórá og Ítróttarhøllina. Við Stórá hava vit av bestu fótbóltsumstøðum í landinum og ítróttarhøllin, hóast liðug í byrjanini av ’80-unum, so sær hon út sum fyrsta dagin. Fifa-vøllur liggur eisini beint við høllina, og er tað sjáldan, at hann ikki er í brúk.

Cross-fit er ein venjingarháttur, ið er sera væl umtóktur í dag. Kring heimin verður hesin serstaki venjingarháttur nógv nýttur. Tólini eru ikki hátøknulig, men er meira ein venjing, har tú gert “vanlig ting” fyri at styrkja teg. Tey, ið ynskja at vita meir um venjingarháttin, kunnu lesa meir á Wikipedia her https://en.wikipedia.org/wiki/CrossFit .

Vit fylgja gongdini og kunna borgarunum um, tá liðugt er.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo