UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
07-11-2016

Tvøroyrar Skúli – ein nýmótans skúli

Mangan hevur verið ført fram, at Tvøroyrar Skúli er so gamal, at hann er so ótíðarhóskandi og at umstøðurnar eru so vánaligar.
Tílíkar útsagnir gera, at vit sjálvandi mugu greiða eitt sindur frá, um skúlan sum hann er í dag. Á nýggju, snotiligu heimasíðuni hjá skúlanum, www.tvoroyrarskuli.fo , kunnu vit lesa fylgjandi: “Tvøroyrar skúli er skipaður sum tveir skúlar, Trongisvágs skúli og Tvøroyrar skúli, har innskúlingin fer fram í Trongisvágs skúla, og mið- og framhaldsdeildin er í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.”
Í gjár vitjaði kommunan so skúlan, fyri at síggja hvussu næmingar og lærarar húsast. Í fjør summar varð nýggjur skúlakøkur sett upp og hava næmingarnir veruliga havt gleði av henni. Har er alt, ið ein nýmótans køkur skal hava og alt er gjørt frá grundini av og hevur kommunan gjørt íløgur fyri upp móti 800.000 kr. Tá vit vitjaðu, vóru genturnar í 6. flokki í gongd við at gera mat. 8 induktiónsplátur eru tøkar til matgerðina og góð útsúgving er til hvørt einasta matgerðarpláss. Í hølunum eru eisini tveir stórir bakaraovnar, uppvaskimaskina, vaskimaskina og turkitrumla. Nýggj borð og stólar eru eisini nýligani sett upp.
Næmingarnir lata heilt væl at umstøðunum. Bjarta, Vár og Ingrid, ið stóðu og vaskaðu upp tá vit fingu orð á tær, søgdu allar, at tað er sera stuttligt at gera mat í har. Judi Schrøter, ið hevur havt køkina um hendi í 37 ár, var lærari hjá teimum henda morgun. Pitsa var annars á skránni, men annars hava tær roynt at gera ymiskar grýturættir, skuffukøku og kanelsniglar. Kanelsniglar var tað, ið teimum dámdu allarbest.
Tær søgdu, at nýggi køkurin er nógv betur enn tann gamli, ið var frá 1975. Nú er nógv betur pláss, tað er ljósari og inniluftin er ein heilt onnur. Bjarta er tó tann einasta, ið kanska kundi hugsað sær at gjørt meira við matgerð í framtíðini – hon umhugsar at læra til kondittara.
Hølini verða annars inndrigin í aðrar lærugreinar enn handverk og list. Tað er ikki óvanligt, at ein tími í støddfrøði verður hildin har, so væl umtókt er tað at vera har. Kvøldskúlin heldur eisini til í somu hølum.
Tað var stuttligt at vitja í køkinum henda dagin. Lærari og næmingar stórtrivast og tað smittar av uppá trivnaðin í skúlanum. Á veg út úr skúlanum, sæst eisini, at skúlin er innrættaður soleiðis, at eisini tey ið bera brek, sleppa lættliga aftur og fram, tí framkomin lyft er sett upp á staðnum.
Á kontórinum hjá stjóranum, Finn Thomsen, sita hann og skrivarin, Rúna, avbera væl. Ljósu og luftigu hølini, við einastandandi vakra útsýninum yvir Trongisvágsfjørð, eru virðiligir karmar hjá leiðsluni hjá skúlanum og Finn letur væl at. “Vit hava í dag ein tann mest framkomna skúlan í landinum, hvørjum innihaldi viðvíkur. Líka frá stólum og borðum til talgildar talvur og nýggjar bøkur. Vit skulu sanniliga ikki klaga”, sigur hann.
At alt er nýtt, broytir tó ikki við siðbundnu, gomlu virðini í samfelagnum. Ávegis út í skúlagarðin komu vit framvið fimleikarhøllini. Har var Thordar Garðshamar í gongd við at læra dreingirnar í framhaldsdeildini at bøta trol og annað, ið primervinna okkara, fiskivinnan, kann draga nyttu av.
Ein góð vitjan, ið gevur einum kensluna av, at okkara ungu eru í góðum hondum og hava tað, ið tey hava tørv á í Tvøroyrar Skúla.
Tvøroyrar Kommuna takkar lærarum og næmingum fyri blíðskapin og vóna at koma skjótt á vitjan aftur.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo