UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-11-2016

Kommunuvalið 2016 - tíðindaskriv

Tórsdagin hin 17. November, var eftirmetingarfundur millum leiðsluna í Tvøroyrar Kommunu og valnevndina, í samband við kommunuvalið 2016.

 

1.318 borgarar í Tvøroyrar Kommunu høvdu atkvøðurætt og inn komu 1.187 atkvøður. Hetta svarar til eina metstóra vallutøku uppá heili 90,1%. 3 atkvøður vóru blankar, meðan 4 vórðu ógyldugar.

 

Hyggja vit eftir atkvøðubýtinum hjá listunum, sær soleiðis út(kelda, kvf.fo):

 

C. Javnaðarflokkurin 442 atkvøður, svarandi til 37,5% - 3 vald.

G. Borgaralistin 289 atkvøður, svarandi til 24,5% - 1 vald.

K. Kommunulistin 449 atkvøður, svarandi til 38,1% - 3 vald.

 

Persónliga atkvøðubýtið sær soleiðis út:

 

Javnaðarflokkurin

Listin 4

Bjarni Hammer 138 og valdur inn í býráðið til komandi setuna.

Bogi Johannesen 108 og valdur inn í býráðið til komandi setuna.

Súsanna Bertholdsen 75 vald inn í býráðið til komandi setuna.

Annika Jensen Pearce 49

Pauli Einarsson 37

Óli Arnason Johansen 17

Páll Augustinussen 14

 

Borgaralistin

Listin 3

Anita Vibergsdóttir 70 og vald inn í býráðið til komandi setuna.

Hallur í Heiðunum 68

Jens Rói Sørensen 56

Ólavur Rasmussen 41

Eyðun Ásason 30

Marjun Aagaard Olsen 21

 

Kommunulistin

Listin 3

Kristin Michelsen 297 og valdur inn í býráðið til komandi setuna.

Kristina Kambsgarð Sørensen 72 og vald inn í býráðið til komandi setuna.

Alvi Mortensen 55 og valdur inn í býráðið til komandi setuna.

Anfinn Hammerfoss Leo 10

Dan Erik Johansen 7

Ingi Mortensen 5

Barbara Debes Julsgart 0

 

Valúrslitið hevur við sær, at hesi eru vald inn í Tvøroyrar Býráð komandi setuna:

Fyri lista C, Javnaðarflokkin:

Bjarni Hammer við 138 atkvøðum, Bogi Johannesen við 108 atkvøðum og Súsanna Bertholdsen við 75 atkvøðum.

Fyri lista G, Borgaralistan:

Anita Vibergsdóttir við 70 atkvøðum.

Fyri lista K, Kommunulistan:

Kristin Michelsen við 297 atkvøðum, Kristina Kambskarð Sørensen við 72 atkvøðum og Alvi Mortensen við 55 atkvøðum.

 

 

 

Greitt er eisini, hvørji skulu mynda Skúlastýrið komandi árini.

Tey valdu eru(kelda: tvoroyrarskuli.fo):

Annika Jónsveinsdóttir, Regitsa Johannesen og Maria Wiberg. Eykalimur er Harriet Niclasen.

6 limir eru í skúlastýrinum, 3 foreldraumboð, 2 umboð fyri kommununa og skúlastjórin.

Valluttøkan var 88,3%




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo