2/12 08:44
Sambært seinastu tølunum vit hava fingiđ í morgun, var fólkataliđ 1728 seinast í oktober. Also ein enn størri tilflyting.
.......
Keðiliga gongdin við minkandi fólkatali í kommununi, tykist nú at vera vend. Sambært seinastu tølunum frá Landsfólkayvirlitinum, so vóru 1713 íbúgvar í Tvøroyrar kommunu hin 1. Oktober 2016, samanborið við 1692 íbúgvar hin 1. Januar 2016.
Tað er gleðiligt at fleiri velja at seta búgv í Tvøroyrar Kommunu og vónandi er tað ein gongd, ið heldur fram. Trivnaður er settur á breddan í kommununi og fleiri tiltøk, borgarunum til gagns, fara at verða framd í verki komandi tíðina.
Hetta, saman við øðrum dagføringum og raðfestingum, skal gera sítt fyri, at fólkatalið kann veksa enn meira.
Myndina hava vit lænt frá Reidar Simonsen.