UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
08-12-2016

Móttøka fyri Signar Dam og Johan Joensen

Í gjár var almenn móttøka í býráðssalinum, har avíkavist Signar Dam og Johan Joensen vórðu heiðraðir. Signar, fyr at ha...va virkað sum kommunulækni í Tvøroyrar Kommunu í 45 ár og Johan, fyri at hava verið í valnevnd hjá Tvøroyrar Kommunu í 40 ár.
Heilt fitt av fólki var komið saman at heiðra teimum báðum og kommunustjórin, Henrik Weihe Joensen, segði nøkur orð.
Hann greiddi frá, at fólk og kommuna hava sett álit á virki teirra seinastu mongu árini. Kommunan hevur verið trygg við, at Signar og Johan hava tikið hond um teirra týdningarmiklu funktiónir í lokalsamfelagnum og at teir hava gjørt hetta við nærlagni og áhuga.
Signar er føddur í 1937 og fekk prógv sum lækni í 1969. Longu í 1971 kom hann at virka sum kommunulækni á Tvøroyri og tískil er nógv broytt hesa tíðina. Kommunulæknaskipanin er nú sentraliserað á Landssjúkrahúsinum og hevur tað gjørt nakrar funktiónir lættari, í mun til tá Signar traðkaði til.
Signar hevur upplivað mangt og hvat gjøgnum árini og tað er heldur eingin loyna, at hann er ein rættuliga bersøgin maður. Í samrøðu við Dimmu herfyri, segði hann, at “í dag viðgera kommunulæknar frísk fólk, í staðin fyri sjúk fólk.” Tað er vorðið ein screeningsmentan, har fólk lata seg kanna við jøvnum millumbili.
Signar er sera áhugaður í samgelagsviðurskiftum og politikkki og er sera medvitin sosialt.
At hava tænt sínum heimstaði í 45 ár er eitt einastandandi avrik. Signar er ein nógv avhildin lækni og tað, at hann enn tann dag í dag sigur, at arbeiðið er nærmast ein hobby fyri seg, sigur eisini nakað um, hvussu væl hann trívist í starvinum.
Um Johan Joensen segði kommunustjórin, at valnevndarformaðurin er føddur í 1950 og gjørdist limur í valnevndini á Tvøroyri í 1976. Johan hevur verið formaður síðan 2009.
Gjøgnum árini hevur Johan ment eina væl fungerandi valnevnd. Við hegni hevur hann valt fólk út til at hjálpa til, eitt nú úr bankum og posthúsum, og hevur hetta verið við til at Tvøroyri oftast telist millum tey støð, ið eru fyrst liðug við uppteljingina.
Fólk kring Johan siga, at hann er ein sera nærlagdur og siðiligur maður. Hann dugir væl at fyriskipa og ger dagin hugnaligan fyri tey, ið hjálpa til við valinum. Hóast Johan hevur virkað í valnevndini í mong ár, so megnar hann at endurnýggja mannagongdirnar. Til dømis kann nevnast, at valnevndin í dag nærmast er kynsneutral, eftir at hava verið øgiliga mannsdominerað í mong ár.
Tvøroyrar Kommuna handaði teimum báðum hvør sítt listarverk, ið Vígdis Sigmundsdóttir hevur latið úr hondum. Motivið er Tvøroyri, býurin, ið báðir hava tænt so leingi. Teir fingu eisini blómutyssi frá kommununi.
Tvøroyrar kommuna vil takka Signari og Johan fyri trúgva tænastu til gagns fyri borgarunum og trivnaðinum í kommununi, hesi mongu árini og ynskja teimum bestu eydnu og blíðan byr í framtíðini.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo