UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
16-12-2016

Tvøroyrar Kommuna við á Jobmatch 2016

Fyri fyrstu ferð, luttekur Tvøroyrar Kommuna á Jobmatch, ið hevur sum høvuðsendamál, at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.  

Tiltakið fer av bakkastokki í Norðurlandahúsinum 29. Desember og skráin fyri tiltakið sæst her http://www.jobmatch.fo/skra/

At vera við í tílíkum tiltaki, síggja vit, í Tvøroyrar Kommunu, sum ein náttúrligan part av einari nýggjari visjónstilgongd, har einstaki borgarin verður raðfestur hægri. Høvuðsendamálið við visjónstilgongdini er, at finna útav hvørji ítøkilig tiltøk skulu setast í verk, soleiðis at Tvøroyri og Suðuroyggin sum heild mennast vinnuliga, mentanarliga og sosialt og í hesum sambandi fáa størri tilflyting av fólki. Vit vilja vera sjónlig har ið fólkið er og vilja vísa á teir stóru møguleikar býurin inniheldur.

Tvey umboð luttaka fyri kommununa og eftir ætlan verða umboð fyri vinnuna eisini við. Har fara vit at greiða frá býi okkara, hvørjir starvsmøguleikar eru, hvussu bústaðar- og byggiviðurskiftini eru, barnaansingarviðurskiftini og annars um alt, ið býurin hevur at bjóða. Við hesum vóna vit at menna vitanargrundarlagið hjá føroyingum sum heild, um Tvøroyri, sum ein bý í vøkstri, við nógvum og fjølbroyttum tilboðum.

Á Tvøroyri eiga vit nógvar útisetar, ið vitja heima á jólum. Tað er ikki givið at hesir hava møguleika fyri at koma til Havnar til Jobmatch, og tí hava vit valt at bjóða til okkara egna kunningardag í býráðssalinum hin 28. Desember. Dagurin er fyrst og fremst ætlaður útisetum og øðrum, ið umhugsa at flyta aftur til býin, men øll, ið áhuga eru hjartaliga vælkomin.

Kommunan hevur eitt upplegg, umboð fyri vinnuna vitja og ein drekkamunnur við onkrum afturvið, verður at fáa. Vit kunna meir um tiltakið í býráðssalinum, í komandi viku.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo