UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-01-2017

Minnisvarðin á Torvheyggi upplýstur

Minnisvarðin á Torvheyggi upplýstur

Beint fyri jól varnaðust fólk, at gamli minnisvarðin á Torvheyggi brádliga var upplýstur. Hesin vakri minnisvarði, ið er eitt virðiligt minni um tey, ið eru farin á sjónum, er nú veruliga komin til sín rætt.

Altíð hevur hann verið prýðiligur og sjálv plaseringin er so einastandandi væl vald frá gamlari tíð. Hann varð innvígdur hin 6. Juni 1926 og táttar sostatt skjótt í at verða 100 ára gamal.

Arbeiðsmenn hjá Teknisku Deild hjá Tvøroyrar Kommunu, hava arbeitt við hesum eina tíð og nú sæst væl úr hondum greidda arbeiðið. Nú megnar sjálvt ikki myrkrið at fjala minnisvarðan og er hann tað fyrsta tú sær, tá tú kemur inn eftir Trongisvágsfirði sjóvegis. Liturin á ljósinum skiftir og er sera vakurt á at líta.

Arbeiðið er ein liður í framhaldandi arbeiðinum at fríðka og prýða um býin og fer komandi tíðin at bjóða enn fleiri áhugaverd tiltøk í kommununi.

Tey, ið hava áhuga, kunnu lesa forvitnisligu greinina um minnisvarðan, ið Rókur Tummasarson hevur latið úr hondum. Chris Jan Michelsen legði greinina út í 2015 og kann hon lesast her. http://sudurras.fo/?p=47201




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo