07-12-2015
Hølir til lesandi um jólini
Tvøroyrar Kommuna bjóðar hølir til lesandi í jólafrítíðini í Gomlu Skúlahúsini. Húsini liggja mitt í býnum, eru í tveimum hæddum við góðum umstøðum og tráðleysum neti.
Tilboðið er ætlað sum ein tænasta til teirra, ið eitt nú eru heima í jólafrí, men sum hava stórar uppgávur fyri framman, og tí hava tørv á at sita í friði og náðum og arbeiða við hesum. Men onnur lesandi eru eisini vælkomin at nýta hølini.
Hetta tilboðið hevur áður verið sera væl móttikið, og fleiri lesandi hava nýtt høvi at vera í hølunum so at siga hvønn dag frá hálvum desember og út ímóti hálvum januar.
Tvøroyrar býráð hevur gjørt av, at veita hesa tænastuna til lesandi í øllum feriutíðum og annars eisini eftir tørvi hjá teimum lesandi.
Tey, ið ynskja at gera brúk av hølunum, kunnu venda sær til Tvøroyrar Kommunu umvegis teldupost
kjm@tvoroyri.fo ella ringja á tlf. 611085.